Fiskiveiðieftirlitið er skipað í
tvey høvuðsarbeiðsumráði, eftirlit og bjargingartænastu.
Fiskiveiðieftirlitið hevur tað dagliga eftirlitið við
fiskiloyvum, fiskidagaskipanini, kvotum bæði undir Føroyum og á
fjarleiðum, veiðidagbókum, innviðingarskipanini og avreiðingum í
Føroyum og uttanlanda. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlitið við
føroyskum fiskiførum, sum royna undir Føroyum ella aðrastaðni,
og við útlendskum fiskiførum, ið royna undir Føroyum.
Eftirlitsarbeiðið leggur høvuðsdentin á at kanna og skjalprógva
um galdandi lógir verða fylgdar. Fiskiveiðieftirlitið skrásetur
allar fráboðanir frá útlendskum skipum og leypandi uppgerð av
veiðu frá hesum skipum. Fiskiveiðieftirlitið kannar eisini um
hesi skip hava neyðugu loyvini, umframt nær loyvda hámark fyri
veiðu í føroyskum sjógvi er nádd.
Fiskiveiðieftirlitið kannar og skjalprógvar somuleiðis brúkt
dagatal hjá skipum undir Føroyum og boðar leypandi avvarðandi
farið frá brúktum dagatalið.
Ein av uppgávunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum er eisini at fylgja
við hvør avreiðir, hvørjar mongdir. Hesi hagtøl verða millum
annað samanborin við veiðidagbøkurnar fyri at staðfesta at túra
tal og longd í dagaskipanin eru nøkulunda eins við avreiðingar,
bæði í Føroyum og uttanlands.
Ein av tænastunum ið Fiskiveiðieftirlitið eisini fremur er at
hagreiða hagtalstilfar til interessentarnir í fiskivinnuni.
Umframt at fylgja við í tí hagtalstilfari og skjølum sum
fyriliggja, fremur Fiskiveiðieftirlitið eisini aktivt eftirlit
við at starvsfólk vitja innviðingarstøð fyri at kann um alt
verður regluliga avgreitt.
Eisini hevur Fiskiveiðieftirlitið ein eygleiðaraskipan á heima/,
nær/ og fjarleiðum har fólk eru umborð á skipum og eygleiða
veiðu og veiðihátt.
Nakrir felagsskapir og okkara grannalond eru farin undir eitt
fylgisveinaeftirlit av skipum. Her luttekur Føroyar á jøvnum
føti við onnur lond og felagsskapir, við at Fiskiveiðieftirlitið
hevur telduútgerð sum við jøvnum millumbilum, eftir millumlanda
og altjóða avtalum sendur og móttekur boð viðv. hesum skipum.
Fiskiveiðieftirlitið, herundir vaktar/ og bjargingartænastan
hevur eisini 2 vaktarskip og ein lítlan vaktarbát.
Fiskiveiðieftirlitið skipar eisini fyri tyrlutilbúgving eftir
avtalu við Atlandsflog. Hesi før verða brúkt í leiting, bjarging
og eftirlitið í Føroyskum sjógvi.
Fiskiveiðieftirlitið virkar eftir
løgtingslóg nr. 28 frá mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap, og er fyrisitingarliga skipað í
Fiskimálastýrinum.
Fiskiveiðieftirlitið undir Føroyum verður útint saman við donsku
sjóverjuni eftir samstarvsavtalu, sum landsstýrið og
ríkismyndugleikin hava góðkent.I
|
|