Um Fiskiveiðieftirlitið

Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum.

Fiskiveiðieftirlitið umsitur:

  • vaktar- og bjargingartænastu
  • eftirlit við fiskiloyvum
  • eftirlit við fiskidagaskipanini
  • eftirlit við kvotum bæði undir Føroyum og á fjarleiðum
  • eftirlit við veiðidagbókum
  • eftirlit við innvigingarskipanini
  • eftirlit við avreiðingum í Føroyum og uttanlanda
  • eftirlit við føroyskum fiskiførum sum royna undir Føroyum og aðrastaðni
  • eftirlit við útlendskum fiskiførum sum royna undir Føroyum
  • haggreiðing av hagtølum til fiskivinnuna
  • eygleiðaraskipan á heima, nær og fjarleiðum, við eygleiðing av veiðu og veiðihættum
  • fylgissveinaeftirlit
  • tilbúgving á sjógvi og landi, herundir sjóbjargingarmiðstøðina
  • kavaramál
     
Fiskiveiðieftirlitið er skipað í tvey høvuðsarbeiðsumráði, eftirlit og bjargingartænastu. Fiskiveiðieftirlitið hevur tað dagliga eftirlitið við fiskiloyvum, fiskidagaskipanini, kvotum bæði undir Føroyum og á fjarleiðum, veiðidagbókum, innviðingarskipanini og avreiðingum í Føroyum og uttanlanda. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlitið við føroyskum fiskiførum, sum royna undir Føroyum ella aðrastaðni, og við útlendskum fiskiførum, ið royna undir Føroyum.

Eftirlitsarbeiðið leggur høvuðsdentin á at kanna og skjalprógva um galdandi lógir verða fylgdar. Fiskiveiðieftirlitið skrásetur allar fráboðanir frá útlendskum skipum og  leypandi uppgerð av veiðu frá hesum skipum. Fiskiveiðieftirlitið kannar eisini um hesi skip hava neyðugu loyvini, umframt nær loyvda hámark fyri veiðu í føroyskum sjógvi er nádd.

Fiskiveiðieftirlitið kannar og skjalprógvar somuleiðis brúkt dagatal hjá skipum undir Føroyum og boðar leypandi avvarðandi farið frá brúktum dagatalið.

Ein av uppgávunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum er eisini at fylgja við hvør avreiðir, hvørjar mongdir. Hesi hagtøl verða millum annað samanborin við veiðidagbøkurnar fyri at staðfesta at túra tal og longd í dagaskipanin eru nøkulunda eins við avreiðingar, bæði í Føroyum og uttanlands.

Ein av tænastunum ið Fiskiveiðieftirlitið eisini fremur er at hagreiða hagtalstilfar til interessentarnir í fiskivinnuni. Umframt at fylgja við í tí hagtalstilfari og skjølum sum fyriliggja, fremur Fiskiveiðieftirlitið eisini aktivt eftirlit við at starvsfólk vitja innviðingarstøð fyri at kann um alt verður regluliga avgreitt.

Eisini hevur Fiskiveiðieftirlitið ein eygleiðaraskipan á heima/, nær/ og fjarleiðum har fólk eru umborð á skipum og eygleiða veiðu og veiðihátt.

Nakrir felagsskapir og okkara grannalond eru farin undir eitt fylgisveinaeftirlit av skipum. Her luttekur Føroyar á jøvnum føti við onnur lond og felagsskapir, við at Fiskiveiðieftirlitið hevur telduútgerð sum við jøvnum millumbilum, eftir millumlanda og altjóða avtalum sendur og móttekur boð viðv. hesum skipum.

Fiskiveiðieftirlitið, herundir vaktar/ og bjargingartænastan hevur eisini 2 vaktarskip og ein lítlan vaktarbát.
Fiskiveiðieftirlitið skipar eisini fyri tyrlutilbúgving eftir avtalu við Atlandsflog. Hesi før verða brúkt í leiting, bjarging og eftirlitið í Føroyskum sjógvi.

Fiskiveiðieftirlitið virkar eftir løgtingslóg nr. 28 frá mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, og er fyrisitingarliga skipað í Fiskimálastýrinum.

Fiskiveiðieftirlitið undir Føroyum verður útint saman við donsku sjóverjuni eftir samstarvsavtalu, sum landsstýrið og ríkismyndugleikin hava góðkent.I